|
Hví er hvølpavenjing so umráðandi ?
Fyri at
skilja hví hvølpavenjing er so umráðandi, er neyðugt at vita eitt sindur um
menningina hjá hvølpinum og um hvussu hundar læra.
Hvølpar
skulu, í fyrsta lagið, takast frá mammuni tá teir eru 8 vikur gamlir. Frá
hvølpurin er 8 til 12 vikur gamal, hevur hann serliga lætt við at tillaga seg
til nýggja umstøður.
Frá
hvølpurin er 12 til 16 vikur búnast hann eitt sindur meira, og byrjar so smátt
at finna sítt pláss her í lívinum.
Vanliga
verður sagt, at tá hvølpurin er 16 vikur gamal, er grundarlagið fyri hansara
sinnalagið lagt. Tað vil so siga, at hevur tú fingið ein viljasterkan hvølp og
tú, tær fyrstu 16 vikurnar ikki hevur lært hvølpin, at tað ikki nyttar at
treiskast tá hann ikki fær sín vilja, ja so fer tú helst at hava ein
sjálvstøðugan vaksnan hund, sum fer at gera nógv fyri at fáa sín vilja.
Tíðin frá
hvølpurin er uml 4 til 8 mánaðar, er vanliga ein nokkso friðarlig tíð, har
hvølpurin vanliga er góður at fáast við og lærir væl. Orsøkin til hetta er, at
hvølpur og eigari nú kenna hvønn annan, hvølpurin hevur funnið sítt stað og er
enn bundin at eigara sínum.
Tá hvølpurin
er uml 8 mánar gerst hann kynsbúgvin. Vit siga vanliga, at hvølpurin nú er
tannáringum og hann uppførir seg eisini har eftir. Alt tað góða samstarvið sum
var áðrenn hvølpurin gjørdist tannáringur kann búgva í einum rættuliga lítlum
staðið hesa tíðina.
Tá hvølpurin
er uml 8 til 18 mánaðar gerst hann vaksin. Hesa tíðina kunnu trupulleikar,
serliga mótvegis øðrum hundum, stinga seg upp. Men hevur eigarin havt gott tol,
og hevur eigarin styrkt skilagóðan atburð og minka um minni skilagóðan atburð,
so gerast hesir trupulleikar sjálvdan alt ov stórir. (nær hvølpar eru í hvørjum
menningarstigi er eitt sindur ójavnt. Lítlir hundar gerast ofta fyrr vaksnir enn
stórir hundar)
Tá vit venja
og uppala okkara hundar, gera vit hetta vit at styrkja um onkra atferð og minka
um onkra aðra atferð. Hetta gera vit sjálvt um vit ikki eru tilvitaði um hetta.
Taka vit eitt einfalt dømi : vit hava avgjørt, at hvølpurin ikki skal sleppa at
liggja uppi í sofuni. Hvølpurin roynur at sleppa upp í sofuna við at sita og
hvína framman fyri okkum. Vit halda at tað er synd í hvølpinum og lova honum
upp. Næstu ferð vit hava avgjørt, at nú sleppur hann altso ikki uppaftur í
sofuna, setur hann seg aftur at hvína. Tað sum hvølpurin hevur lært er, at um
hann situr eitt ávíst stað og hvínur, so sleppur hann at enda upp í sofuna. At
hvína er ein atferð, og vit hava júst styrkt hesa atferðina. Hvølpurin hevur
lært, at hetta kann loysa seg.
Hvølpavenjingin hjá FcH er skipa við menningini hjá hvølpinum í huga, og kann, í
stuttum, býtast í hesar bólkar :
-
At læra eigaran at leggja góðar vanar í hvølpin
-
At læra eigaran at læra hundin ymiskt
-
At læra hundin hvussu hann skal uppføra seg í ymiskum støðum. (Socialisering)
-
Framhaldandi venjing
Góðir vanar
:
Verður rætt
borið at frá tí hundurin er hvølpur, kunnu trupulleikar so sum etingarólag,
ógvuslig goyggj, hoppa uppá fólk, hundar klára ikki at verða einsamallir inni og
nógv meira, fyribyrgjast.
At læra
hundin :
Líkamikið
hvørja ætlan eigarin hevur við hvølpinum, er neyðugt at hundurin aktar nøkur
grundleggjandi boð, so sum at koma tá hann verður róptur, at ganga pent og at
bíða. Til hvølpavenjing lærir eigarin hvussu hann kann læra hvølpin hesar
grundleggjandi venjingar, og aðrar venjingar, ið eigarin seinri kann byggja
viðari á.
Socialisering :
At
socialisera hundin, er
eitt nógv brúkt orð innan hundavenjing. Men hvat merkir hetta orðið í
verðuleikanum ? Orðið
socialisering merkir, í stuttum :
“ein tilgongd har
einstaklingurin verður lærdur at liva og virka í tí samfelag hann / hon er ein
partur av”.
Í
hundaverðini merkir hetta, at vit læra hvølpin hvussu hann skal uppføra seg í
ymiskum støðum, so sum millum aðrar hundar, millum fólk, út í ferðsluni og alla
aðrastaðni hvølpurin fer at ferðast.
Til
hvølpavenjing leggja vit serligan dent á, at hvølpurin lærir at hann kann
arbeiða sjálvt um aðrir hundar eru til staðar og at hann tolir at verða saman
við, og handfarin, av øðrum fólkum enn eigaranum. Onnur viðurskifti eru eisini
umfataði av hvølpavenjing, so sum at verða friðarligur í bili og at ganga í
bandið í ferðsluni.
Framhaldani
venjing :
Hvølpaeigarin sleppur at royna seg í teimum hundaítróttargreinum FcH bjóðar.
Hesar eru rally lýdni, lýdni, agility, spor og flyball. Hesar venjingar eru tá
tillagaðar hvølpum, men eigarin fær eina fatan av, hvat ymisku
ítróttargreinarnar umfata, og hevur hann hug til tess, ber til at halda áfram
við venjing eftir lokið hvølpakeið.
Eitt
hvølpaskeið hjá FcH er 12 undirvísingartímar á uml 1½ tíma hvør. Undirvíst
verður eina til tvær ferðir um vikuna. Eftir lokið hvølpaskeið, hevur eigarin
fingið fleiri góð amboð, hann kann brúka til framhaldandi venjing og uppaling av
hvølpinum.
| © Danmarks civile Hundeførerforening,
11-02-2004
|
|