Tíðindi

3 januar 2012 :

Vit hundaeigarar kunnu viðganga, at "hini" hava rætt. Okkum dámar so sera væl, at tosa um okkara hundar, og vísa øðrum fólkum myndir av okkara hundum.

Vit fara tí at geva øllum hundaeigarum høvi at vísa øllum myndir av hundinum. Á facebook vanganum hjá FcH gera vit í hesum døgum fleiri myndamappur, sum einans bíða eftir myndum frá tykkum. Hvølpamyndir, myndir av ymiskum hundasløgum, stuttligum hundum, hundar til arbeiðis, hundar vit minnast, óskikkuligum hundum og mangt annað. Sendi mynd til fch@fch.fo við eini stuttari frágreiðing um hundin, viðmerk hvørja myndamappu tú vil hava tína mynd í, og vit leggja myndina út á facebook vangan hjá FcH, sum er at finna HER

 

Desembur 2011 :

FcH fer nú undir ein nýggja tátt, sum vit hava vælt at kalla hundur og eigari. Hvønn mána, frá januar 2012, verður samrøða gjørd við ein hundaeigara um júst hansara hund. Hvønn hundaeigara og hund vit skriva um, fara vit at lata okkara vinir á facebook avgerða. Send eina mynd av hundi tínum til fch@fch.fo og vit leggja myndína út á síðuna. Best umtókti hundurin hvønn mána, verður síðani tann, ið samrøðan fer at snúgva seg um. Best umtókti hundurin fær eisini ein lítlan vinning frá Royal Canin.

Tú finnur facebook vangan hjá Fch her : FcH á facebook

 

Heldur tú, at vit eiga at skriva um eitthvørt evnið, so send ein teldupost til fch@fch.fo

 #top Til startsiden Tilbage      


© Danmarks civile Hundeførerforening, 11-02-2004